Á Vísindavøkuni fríggjakvøldið varð heiðurslønin fyri framúr góða almenna miðling av gransking 2013 latin Páli Weihe, yvirlækna og granskara. Saman við heiðursbrævinum fylgdi ein kekkur á 5.000 krónur.
- Almenn miðling av gransking er ikki einføld, tí evnini ofta eru bæði umfatandi og torskild. Tað skulu tí serligir førleikar til at miðla alment.
Hesar førleikar vildi Granskingarráðið seta ljóskastaran á við at lata eina heiðursløn á Vísindavøkuni.
Granskingarráðið vísir á, at tey heittu á fólk um at senda inn uppskot við grundgevingum.
- Tá freistin var úti, vóru komin 17 ymisk uppskot um fólk, sum kundu verið heiðrað fyri síni evni og avrik. Summi vóru í uppskoti fleiri ferðir. Talan var bæði um granskarar, miðlafólk og onnur, sum arbeiða við gransking dagliga.
Í dómsnevndini, sum skuldi velja, hvør skuldi heiðrast í ár vóru, umboð fyri Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrið og Granskingarráðið. Hesi vóru Ingrid Bjarnastein, Malan Marnersdóttir og Annika Sølvará.
Dómsnevndin var samd um, at fleiri av teimum, sum vóru í uppskoti, høvdu uppiborið at verið heiðrað. Tað var serliga tætt millum tveir kandidatar, og hvør skuldi fáa heiðurin valdaðist, hvat dentur serliga varð lagdur á.
Tað var Malan Marnersdóttir, sum vegna dómsnevndina handaði Páli Weihe heiðurslønina.
Og hon segði soleiðis, tá hon vísti á, hví dómsnevndin hevði valt at heiðra yvirlæknan og granskaran:
- Eftir at hava lisið uppskotini við grundgevingum og eftir at hava umrøtt, hvat serliga skuldi takast fram, samdist dómsnevndin um at heiðra ein granskara, sum áhaldandi hevur miðlað gransking og granskingarúrslit hjá sær sjálvum og øðrum í almenna rúminum - í samskifti við myndugleikar og andlit til andlits við borgarar.
Meiri er at lesa um handanina og grundgevingarnar á gransking.fo