Tí spældi Páll ikki við hornorkesturinum

(Ljóðsamrøða) Landsliðsframherjin minnist ikki Kára Reynheim og Belfast í 1991

Stóran søgan í Belfast seinastu dagarnar hevur verið, at Páll Klettskarð, framherji á føroyska landsliðnum, skuldi spæla við Klaksvíkar hornorkestur í St. Anne’s Cathedral. Hetta var eisini ætlanin, men í gjár valdi Páll at hoppa frá.

 

Les eisini: Sky Sports filmaði Klaksvíkar hornorkestur

 

-       Tað bleiv for nógvur áhugi og eg tími ikki slíkt. Tí valdi eg bara at hava fokus á fótbóltinum, sigur Páll Klettskarð í kvøld.

 

Les eisini: Páll Klettskarð í The Sun

 

Bæði pápi og abbi Páll, Andras og Alex Sólstein, spæla báðir við hornorkestrinum, sum framførdi á St. Anne’s Cathedral í dag. Tíverri hesa ferð uttan triðja ættarlið.

 

Les eisini: (Ljóðsamrøða) Páll skal spæla við Klaksvíkar hornorkestur

 

Páll Klettskarð minnist ikki, tá Kári Reynheim í 1991 javnaði móti Norðurírlandi í Belfast. Tað er nú ikki so løgið.

 

- Eg minnist tað ikki, tí tá var eg bara eitt ára gamal, staðfestur Páll Klettskarð at enda við einum smíli.