Tí skalt tú halda frástøðu

Tað kundi verið galin endi, tá ein tungur jarnbjálki knústi forrútin á einum svørtum BMW nærindis San José í Kalifornia.

 

Stóri jarnbjálkin datt úr einum lastbili, rakti vegin, men støkk uppaftur og rakti síðani beint í forrútin á BMW bilinum.

 

Til alla Guds lukku slapp førarin bara við smásnuddum í høgra armi, søgdu bjargingarfólk sambært fleiri amerikansum miðlum.

 

Brandstøðin í San José hevur lagt myndina á sosialu miðlarnar við áheitan um at halda skilagóða og trykka frástøðu í ferðsluni til bilin frammanfyri.

 

Vit kunnu bara endurtaka hesa áheitan!