Tí hevur Kristin skift til AB

Kristin R. Mouritsen greiðir her frá, hví hann hevur valt at skifta til AB frá HB

Kristin R. Mouritsen hevur heldur óvæntað valt at skifta frá barndómsfelagnum HB til AB. Raski vongurin saknar ábyrgd og skilur um tað eru nøkur, sum undrast á skiftið.

 

Les eisini: Kristin R. Mouritsen til AB

 

- Eg skilji væl um fleiri undarast, men eg føli at eg má spæla í einum felagi, har eg fái ábyrgd á vøllin. Soleiðis havi eg ikki altíð kent tað í HB, men undir Oddbjørn Joensen í 2013 vísti hann mær tað álitið, sum eg ynski á vøllinum. Tað var kanska mítt besta ár, sigur Kristin, sum tó leggur eina við, at hann er fegin um stuðulin frá viðhaldsfólkunum hjá HB.

 

Les eisini: Kristin R. Mouritsen gevst í HB

 

Oddbjørn Joensen er venjari hjá AB. Felagið hevur víst stóran áhuga fyri Kristini og tað hevur gjørt mun sigur Kristin R. Mouritsen við in.fo. Longri samrøða verður við Kristin R. Mouritsen í ársins fyrsta ítróttarsosiali, sum kemur út mánadagin.