Tí heldur Fróði ikki fram í HB

Tað kom sum eitt sjokk, tá HB á ársveitsluni kunngjørdi, at Fróði Benjaminsen ikki heldur fram í HB

Finnbogi Arge, formaður í HB, sigur við in.fo, at tað var hansara avgerð at steðga samráðingunum við liðskiparan á liðnum, Fróða Benjaminsen.

 

-       Partarnir vóru ov langt frá hvørjum øðrum. Tí valdi eg at steðga samráðingunum og kunngera, at Fróði ikki heldur fram í felagnum, sigur formaðurin í HB, Finnbogi Arge.

 

Les eisini:Fróði Benjaminsen heldur ikki fram í HB

 

Formaðurin er keddur um støðuna og hevur bara gott at bera Fróða Benjaminsen.

 

-       Vit vildu fegin havt hann at hildið fram í felagnum, men tað má vera innanfyri teir fíggjarligu karmarnar, ið felagið hevur at arbeiða við. Góðtekur Fróði tær treytirnar, so er hann so hjartaliga vælkomin aftur, sigur Finnbogi Arge.

 

-       Tú mást minnast til, at vit framvegis hava eina skuld at gjalda aftur. Pengarnar fyri at vinna FM fáa vit ikki fyrr enn komandi ár, so vit mugu halda okkum til fíggjarligu karmarnar, leggur Finnbogi Arge afturat.

 

Havnar Bóltfelag hevur eina skuld upp á áleið tvær milliónir krónur, sum skal gjaldast aftur.

 

-   Um vit vinna FM eina ferð afturat, so byrjar at ganga tann vegin at HB verður skuldafrítt. Men inntil tá, so mugu vit reka felagið eftir teimum treytum, sum vit hava sett. Vit skulu jú gjalda fyri at reka HB húsið og skulu gjalda skuldina niður, so vit kunnu ikki fara út um karmarnar, sigur Finnbogi Arge víðari.

 

Hann vil ongar viðmerkingar gera til hví samráðingarnar ikki komu á mál, tá partarnir komu á mál í fjør. Tá var loysnin at gera Fróða Benjaminsen til hjálparvenjara. Formaðurin vil ikki gera viðmerkingar til, um tað er broytt til í ár. Tað hevur heldur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Fróða Benjaminsen.

 

Tað hevur ljóðað, at HB framvegis hevur eina vón um at halda fast í Fróða. Annars gekk ein søga fyrr í ár, at Fróði Benjaminsen skuldi hjálpa Sámal Erik Hentze í B36. Tann søgan bleiv tá avsannað. Ein annar upplagdur møguleiki vildi verið barndómsfelagið B68