Í Sunda kommunu hava tey í dag lagt eina kunning út viðvíkjandi gøtuljósunum við Gjógv.
Hin 11. oktober kunnaði kommunan á síni heimasíðu um, at brek var á leiðingini, og at gøtuljósini tí ikki lýsa.
- Arbeitt hevur verið við at rætta brekið, men arbeiðið er meira umfatandi enn væntað.
Í kommununi vísa tey í dag á, at funnið er fram til, at ein feilur er undir jørð, sum má umvælast.
- Okkara umsjónarmenn fara til Gjáar at grava í dag.
Lagt verður aftrat, at arbeitt verður við at umvæla brekið, men hetta tekur tíverri longri tíð er væntað.