Tí hava Føroyar rætt

Fiskimálaráðið hevur í dag almannakunngjørt eina frágreiðing, ið skal lýsa føroysku sjónarmiðini og byggja undir føroysku krøvini um størri part av norðhavssildini.

 

Høvuðsboðskapurin í frágreiðinini er, at tað er nógv meira av norðhavssild í føroyskum sjógvi nú, samanborið við undanfarin ár.

 

Í frágreiðingini sigur Fiskimálaráðið millum annað, at broytingarnar síggjast aftur á tann hátt, at uppsjóvarstovnarnir eru í føroyskum øki eitt longri tíðarskeið, og tí í størri nøgdum nú enn fyrr. Makrelurin, sum hevur broytt sítt útbreiðslumynstur mest, kemur um várarnar inn í føroyskan sjógv í stórum nøgdum, og er her um leiðir til einaferð út á heystið.

 

Ráðið vísir á, at eisini norðhavssildin hevur broytt útbreiðslumynstrið, og í dag er sildin í føroyskum sjógvi frá apríl/mai til november/desember, meðan vanliga mynstrið var umleið tríggjar mánaðir frá mai til juli. Parturin av sildastovninum, ið er í føroyskum sjóøki, hevur verið vaksandi seinnu árini.

 

Fiskimálaráðið byggir sína argumentatión á árligu kanningarnar hjá havrannsóknarstovunum í Íslandi, Noregi og Føroyum. Kanningarnar hava verið gjørdar síðani 1995 og verða gjørdar innan karmarnar av ICES. Kanningarhættir og úrslitini eru væl lýst í árligu frágreiðingunum frá arbeiðsbólkinum í ICES WGWIDE. Úrslitið av kanningunum er ein góð meting av lutfalsliga biomassanum av norðhavssild máld sum biomassi pr. arealeind. So kann roknast út hvussu stórur partur av stovninum av norðhavssild er til staðar í hvørjum landaøki sær, við tí fyrivarni, at allur stovnurin er fevndur av kanningini hvørt árið.

 

Í frágreiðingini, sum er almannakunngjørd í dag, skrivar Fiskimálaráðið millum annað:

 

- Nøgdin av norðhavssild í føroyskum sjógvi hevur ligið millum 5% í 2004 og 23.6% í 2013, tá hon var mest. Í tíðarskeiðinum 2004 til 2013 hevur í miðal 17% av biomassanum av norðhavssild hildið til í føroyskum sjógvi í mai mánaði. Tølini vísa eisini, at parturin í føroyskum sjógvi er størri nú enn fyrstu árini í tíðarskeiðinum. Um várið seinastu 3 árini hava umleið 20% av stovninum hildið til í føroyskum sjógvi.

 

Fiskimálaráðið ger greitt, at strandarlondini hava rætt til at veiða tann fisk, sum er í egnum løgdømi. Og tí skal verandi býtislykil broytast.

 

Fiskimálaráðið vísir á fimm atlit, sum sambært Føroyum eiga at liggja til grund fyri einum nýggjum býti. Tey fimm atlitini eru hesi:

 

- Hvussu londini eru búskaparliga bundin at fiskiskapi av nevnda fiskastovni (dependency)

- Hvussu atkomiligur stovnurin er fyri fiskiskapi hjá einstaka landinum (accessability)

- Hvussu nógv av stovninum er í løgdøminum hjá einstaka landinum (zonal attachment)

- Søguligur fiskiskapur. Um londini siga seg hava søgulig rættindir til at troyta tilfeingið

- Hvussu nógv londini gera burtur úr at granska í stovninum fyri at fáa til vega nøktandi vísindaligt grundarlag fyri at umsita stovnin.

 

Frágreiðingin úr Fiskimálaráðnum er almannakunngjørd, nú Føroyar í dag eru farnar til strandalandasamráðingar í London um býtið av norðhavssild fyri næsta ár. 

Øll frágreiðingin kann lesast við at TRÝSTA HER.