Tí hækkar prísurin á olju og bensin so nógv beint nú

Nógv hava Effo og Magn undir illgruna fyri at misbrúka kríggið í Ukraina til at smyrja tjúkt upp á - men tað vísir Effo aftur

Eftir russisku innrásini í Ukraina, eru prísirnar á olju og bensini farnir til himmals. Tað eru nógv, sum hava Effo og Magn undir illgruna fyri at misbrúka kríggið til at smyrja tjúkt upp á oljuprísirnar. Tey vísa á, at oljufeløgini hava olju á goymslu og tann oljan er keypt fyri prísin, sum var galdandi tá ið oljan varð keypt og tí eigur prísurin ikki at hækka fyrr enn tery fáa eina nýggja sending av olju.   

 

Men Effo sigur, at so einføld er støðan ikki. ey vísa á, at tað eru ymisk viðurskifti, sum eru avgerandi, tá ið prísurin á olju og bensini verður ásettur. Her hugsa tey sjálvandi um prísin á olju á heimsmarknaðinum tá ið tey keypa oljuna til Føroya, men tey hugsa eisini um mvg og onnur avgjøld til landskassan. Men virðið á dollaranum hevur eisini stóran týdning.

 

Oljuavgjaldið til landskassan er ímillum 80 oyru og 2,40 kr fyri liturin í Føroyum, alt eftir hvat slag av olju talan er um og so verður mvg eisini lagt omaná oljuprísin. Effo sigur á heimasíðuni at sjálvur oljuprísurin er treytaður av útboðnum og eftirspurninginum á heimsmarknaðinum. Og av tí at oljan altíð verður keypt í dollaranum, hevur virðið á dollaranum eisini stóra ávirkan á oljuprísin.

 

##med2##

 

Hesa seinastu tíðina eru prísirnir á altjóða marknaðinum hækkaðir serstakliga nógv. Men Effo sigur, at tá ið tey keypa olju, verður prísurin ikki ásettur, sum tá ið fólk keypa eina vanliga vøru. Tá ið tú fert til handils og keypir eina vøru, rindar tú tann prísin, ið stendur á prísskiltinum. Men tá ið Effo keypir olju á heimsmarknaðinum, verður prísurin roknaður øðrvísi, tí hann verður settur eftir miðalprísinum í eitt tíðarskeið fram í tíðina.

 

So tá ið oljan kemur til landið, vita vit hvat hon kostar tann dagin, men endaligi prísurin verður ikki ásettur fyrr enn ein tíð er farin. Sostatt kann prísurin broytast nógv, alt eftir sum prísirnir á altjóða marknaðinum hækka ella lækka.  Effo sigur, at hetta merkir, at fylli Effo oljugoymslurnar í dag, vita tey ikki hvat endaligi prísurin verður fyrr enn um nakrar vikur.

 

Tey siga, at vanliga eru oljuprísurin rættiliga javnur, og tí er einans neyðugt við smáum broytingum hvørja ferð. Men hesar seinastu vikurnar hevur støðan verið ein heilt onnur, tí fyri tað mesta er prísurin hækkaður óvanliga nógv - og óvanliga skjótt. Tað hevur ført við sær, at tað hevur verið neyðugt at broyta prísirnar alla tíðina tí annars koma vit í eina støðu, har vit selja oljuna fyri minni enn vit keypa hana fyri, sigur Effo.

 

Effo sigur, at hendan talvan vísir, hvussu oljuprísurin verður ásettur. Tey vísa, nær tey keypa olju, men prísurin verður ikki ásettur fyrr enn eina viku seinni