Jón Hammer og Torfinnur Jákupsson tóku ímóti heiðrinum. Dómsnevndin var samd um, at TROM er Vinnuátakið 2022. - Rávøran er eginleikin at hugsa, skapa og endurskapa, sigur dómsnevndin.

Tí gjørdist TROM Vinnuátakið 2022

- Føroysk filmsvinna rakk hæddini í vetur, tá føroysk filmsverkætlan var ferðabúgvin og tveitti seg av tromini við okkara higartil størstu filmsframleiðslu.

Jón Hammer og Torfinnur Jákupsson tóku ímóti heiðrinum. Dómsnevndin var samd um, at TROM er Vinnuátakið 2022. - Rávøran er eginleikin at hugsa, skapa og endurskapa, sigur dómsnevndin.

Tað var ein samd dómsnevnd, sum valdi filmsrøðina TROM til Vinnuátakið 2022. 

 

- Í teimum dramatisku steyrrøttu føroysku bjørgunum við ríka og fjølbroytta fuglalívinum, bølir bøgan, meðan fuglaungin búnast sum blomman í egginum. Stutt eftir krossmessu brestur fyri nev. Við lítla nevinum trýstir ungin hol á eggjaskalið og dregur sín fyrsta andadrátt úr kalda luftrúminum. Hann rembast síðan inni í egginum til tað umsíðir brotnar.

 

Og lagt verður aftrat:

 

- Útkomin er stákan á rókini. Ungin trilvar seg fram í blindum, hjálparleysur og nakin, og reiðrið kennist av góðum grundum bæði fjálgt og lýtt, tá foreldrini eftir tørni koma við fongi. Tá gapar pisunevið. Reiðurfastur veksur hann skjótt. Hann verður fjarðaður, og fær hann nógmikið at eta, kann hann sum oftast vera fullvaksin eftir nøkrum vikum.

 

Tað kann vera stríggið at fara av ytsu rókini, men lukkast tað at fara flagsandi úr berginum og út á tann stóra sjógvin, er fuglaungin sjálvbjargin. Hann er floygdur, tá fyrstu frælsu veingjatøkini eru tikin, og í harðbalna føroyska landslagnum í blíðu summarnáttini er frítt útsýni og ótaldir møguleikar at finna flogið og skapa sær tilveruna.

 

- At skapa sær sína egnu søgu.

 

Dómsnevndin vísir á, at hetta er í ávisan mun eisini søgan um skapandi vinnurnar í Føroyum. Leingi var eitt stórt og ov lítið troytt tilfeingi í teimum skapandi vinnunum, men nú hendir nakað. Fleiri hugskot verða til veruleika, sum fáa meira burtur úr stóra tilfeinginum, sum vit eiga í Føroyum.

 

- Skapandi vinnur eru vinnur, sum hava eitt mentanarligt og skapandi grundarlag. Rávøran er eginleikin at hugsa, skapa og endurskapa. Í teimum skapandi vinnunum ganga list, mentan, tøkni og vinna saman, sum í síni heild kunnu veksa um føroyska búskapin, menna føroyska mentan og styrkja okkara samleika.

Góðu hugskotini spretta allastaðni og allatíð.

 

Sagt verður, at hugskotið til ársins vinnuátak birtist brádliga í knokkinum á einum 16 ára gomlum dreingi, einum íverkseta, sum stóð við flakalinjuna á fiskavirkinum í Norðragøtu fyri nógvum árum síðan. Tað gingu meira enn 10 ár, áðrenn hugskotið var so mikið búgvið, at hann fór at ráðføra seg og samstarva við onnur um at fullføra verkætlanina.

 

- Tey hugsaðu stórt, og ambitiónirnar vóru øgiligar.

 

Í morgin fara vit inn í oktober mánaða - tann gráa oktober – sum plagar at vera merktur av køldum og vátum heystarveðri. Men skapa og bróta upp úr nýggjum kanst tú alt árið. Skapandi vinnurnar lata seg ikki tarna av veðrinum. Tær skapa alla tíðina, og tær skapa eisini áhuga fyri Føroyum sum land, sum ger tað lokkandi hjá einstaklingum og fyritøkum at liva og virka her.

 

- Fleiri skapandi vinnur hava tikið skarvslop seinastu árini. Filmsvinnan er ein. Í mong ár hava eldsálir virkað fyri at menna Føroyar sum filmsland, og evnarík fólk eru í holt við at skapa eitt føroyskt filmsmál og skapa filmssøgur í føroyskum umhvørvi við føroyskum innihaldi.

 

Tað hevur leingi verið greitt fyri øllum, at við røttu kørmunum kunnu Føroyar mennast í stórum sum filmsland.

 

- Bæði føroyskir leikstjórar og sjónleikarar fáa við stuttfilmum og spælifilmum viðurkenning úti í heimi. Ávirkanin av filmsverkætlanunum út í samfelagið er eisini stór við við øllum frá gisting, umbygging, flutningi og mongum øðrum, sum í síni heild eru við at fjøltátta føroyska búskapin. Føroyar eru samstundis vorðnar enn meira sjónligar sum ferðavinnuland. Eitt dømi er gravgangurin eftir at vitja gravsteinin hjá James Bond á Kallinum.

 

Víst verður á, at føroysk filmsvinna rakk hæddini í vetur, tá føroysk filmsverkætlan var ferðabúgvin og tveitti seg av tromini við okkara higartil størstu filmsframleiðslu. Fleiri av okkara bestu fólkum – søguskrivarar, filmsframleiðarar, fotografar, ljóðfólk og sjónleikarar – vóru bulurin, tá føroysk skaldsøgurøð var samanskrivað og pallsett sum sjónvarpsrøð við góðum stuðli úr útlondum. 

 

Føroyskt drama kom á heimskortið.

 

- Viðurkendar stroymingartænastur og sjónvarpsrásir hava keypt rættindini at vísa sjónvarpsrøðuna, sum eisini hevur verið í uppskoti til viðurkendar virðislønir. Søgurnar um váttliga journalistin, Hannis Martinsson, sum føroyskur rithøvundur upprunaliga skrivaði á føroyskum til ein føroyskan lesaraskara, eru við góðum úrsliti fluttar á stóru løriftini úti í heimi.

Hugsa, skapa og endurskapa. Og sum áhaldnu ábyrgdarmenninir siga, so er hetta frambrotið bara byrjanin. Filmsvinnan roynir nú at finna flogið.

 

- Ein samd dómsnevnd hevur valt sjónvarpsrøðina TROM sum árisins vinnuátak, varð sagt í Norðurlandahúsinum á Vinnudegnum í dag.

 

##med2##

 

Jón Hammer og Torfinnur Jákupsson tóku ímóti heiðrinum. Dómsnevndin var samd um, at TROM er Vinnuátakið 2022. - Rávøran er eginleikin at hugsa, skapa og endurskapa, sigur dómsnevndin.