Fyrr í dag kunngjørdi Trygvi Mortensen í samrøðu við Rás2, at hann gevst sum venjari hjá NSÍ. Samrøðan kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.
Millum annað vísir Trygvi Mortensen á, at hann kennir seg ov lokalan at vera venjari hjá felagnum, og heldur hann tað verða betri, um onkur uttanveltaður venjari tekur yvir hjá besta liðnum. Eisini heldur Trygvi, at tað er sera týdningarmikið, at nýggi venjarin tekur atlit til evnaríku framtíðarleikararnar, sum NSÍ hevur á ungdómsliðunum, ístaðin fyri at keypa ov nógvar leikarar, sum ikki hava tilknýti til felagið.