Nú strandfaraskipið, Sam, skal í dokk í næsta mánað, hava kalsoyingar, og politikarar úr Norðoyggjum, fýlst á, at Ternan ikki verður sett at sigla í Kalsoynna.
Ístaðin hevur Strandferðslan leigað Jósup, at sigla upp á Kalsoynna.
Ternan siglur annars upp á Nólsoynna, men tey har norðuri halda, at tey hava nógv størri brúk fyri Ternuni, enn nólsoyingar hava.
- Skip, ið sigla fast á einari rutu, verða verandi har, hóast onnur skip verða dokkað, sigur Strandferðslan.
Ímeðan Sam er í dokk, hevur Strandferðslan annars sett bussar at koyra í Kalsoynni, soleiðis at samband er ímillum allar bygdirnar í samband við at siglingina hjá Jósup.
Tey á Strandferðsluni vísa á, at tá ið onnur skip eru í dokk, verða eisini onnur skip leigað at avloysa tey.
Annars vísir Strandferðslan á, at í mars og apríl í fjør sigldu 11.000 ferðafólk ímillum Nólsoynna og Havnina við Ternuni og 6.500 ferðafólk sigldu á Kalsoyarleiðini við Sam.
Somuleiðis flutti Ternan næstan 600 akfør um Nólsoyarfjørð og Sam flytti 700 bilar um Kalsoyarfjørð.
Somuleiðis stafestir Strandferðslan, at tað er bara tá ið Teistin fer í dokk, at Ternan verður tikin úr sigling at vera avloysaraskip
- Tá er neyðugt at brúka Ternuna, tí hon klárar so væl at manøvrera í havnini í Skopun, sigur Strandferðslan.
- Harumframt ferðast meiri meira enn tvær ferðir so nógv ferðafólk ímillum Gomlurætt og Skopun, enn tað sigla um Nólsoyarfjørð, sigur Strandferðslan.