Tí eru ung ikki so virkin í politikki

Ungfólk tíma ikki tað, sum fer fram í føroyskum politikki, sigur yngsti tinglimur í Føroya søgu

 

Føroyskur politikkur má vera meiri hugsjónarligur!

 

Tað heldur yngsti løgtingslimir í Føroya søgu, 19 ára gamla Kristina Heðinsdóttir Clementsen í

 

Hon hevur tikið sæti á Løgtingið sum varalimur fyri Annitu á Fríðriksmørk og hetta høvi nýtti hon til at siga sína hugsan um standin í føroyskum politikki.

 

- Eg skal geva tykkum eini ráð, segði Kristina Heðinsdóttir Clementsen, einaferð, hon tók orðið í Løgtinginum.

 

Hon staðfestir, at tað eru nógv, sum harmast, at ungfólk ikki eru so virkin í politikki. Men hon heldur, at orsøkin er hon, at ungfólk tíma ikki tað, sum sum fer fram í politikki.

 

Hon sigur, at tað verða førdar nógvar skuldsetingar fram í politikki, sum ikki eru sannar.  Og hon heldur, at einasta endamálið við teimum er at seta andstøðu og samgongu upp ímóti hvørjum øðrum, og tað er orsøkin til, at nógv ungfólk ikki fylgja við í politikki.

 

- Skulu vit fáa eitt virki fólkaræði, má føroyskur politikkur verða nógv verða meiri hugsjónarligur, víðskygdur og savnandi, segði Kristina Heðinsdóttir Clementsen.

 

- Vit mugu eisini seta okkum grundleggjandi spurningar, tá ið vit viðgera stórmál, sum skattamál, ístaðin fyri bara at sáa iva fyri vald og fyri at fáa umrøðu í fjølmiðlunum, legði hon afturat.