Ein av landsliðshetjunum frá sigrinum ímóti Grikkalandi leygarkvøldið var 20 ára gamli Sonni Ragnar Nattestad, ið leikti ein branddyst í miðverjuni. Sonni Ragnar er bert 20 ára gamal, og hevur hann tískil eisini aldur at spæla við U21-landsliðnum, ið seinni í dag tekur ímóti Aserbadjan. Upprunaliga var Sonni Ragnar eisini úttikin til U21-landsliðið, men danska felag hansara, FC Midtjylland, hevur givið harraboð um, at hann ikki sleppur at spæla við har.
- Eg havi trupulleikar við baklærinum, og tí ynskir FC Midtjylland ikki, at eg eisini spæli við U21-landsliðnum, sigur Sonni Ragnar Nattestad í stuttari viðmerking.
Eitt langt kappingarár er júst liðugt hjá føroysku leikarunum, ið leika fótbólt í ovastu deildunum í Danmark. Kappingin byrjar longu aftur miðskeiðis í juli, og tí skulu flestu leikararnir longu møta aftur til venjing í endanum av hesum mánaðinum.
Sonni Ragnar Nattestad hevur umboðað Vejle seinasta hálva árið, har føroysku Jóan Símun Edmundsson og Viljormur Davidsen eisini leika. Talan var tó bara um leigusáttmála, og tí er tað í FC Midtjylland, sum Sonni Ragnar hevur sáttmála við, at føroyski miðverjin byrjar aftur at venja.









