Tí er brúk fyri golfvølli

ÍSF forsetin svarar spurningum um val av ítróttargreinum til Oyggjaleikir

Føroyar hava søkt um at hýsa Oyggjaleikunum í 2019. Fyrivarni er í umsóknini, tí í løtuni sigur Ítróttasamband Føroya seg bert verða ført fyri at hýsa 11 ítróttargreinum, og tað skulu í minsta lagi verða 12 ítróttargreinar á Oyggjaleikum.

Her svarar Petur Elias Petersen, forseti í Ítróttarsambandinum, spurningum um valið av ítróttargreinum á Oyggjaleikum.


Hvussu verða ítróttargreinarnar valdar til Oyggjaleikir?

- Vertsoyggin skal velja 12-14 ítróttagreinir av einum lista við 18 ítróttagreinum. Vanliga verður valið fyrst og fremst gjørt við støði í, hvørjar ítróttagreinir verða íðkaðar á vertsoynni, og síðani hvørjar ítróttagreinir eru vælumtóktar, t.v.s. tær sum nógvar oyggjar vanliga taka lut í.


Hvørjar ítróttargreinar eru at velja í?

- Badminton, bogaskjóting, borðtennis, bowls, fimleikur, flogbóltur, fótbóltur, frælsur ítróttur, golf, judo, kurvabóltur, sigling, skjóting, súkkling, squash, svimjing, tennis, triathlon.


Eru nakrar ítróttargreinar kravdar at verða við?

- Nei, fyrr vóru nakrar kravdar. Nú skulu bert 12-14 veljast burtur úr rúgvuni.


Hví verður so nógv gjørt burturúr, at Føroyar mugu hava golfvøll fyri at hýsa Oyggjaleikunum?

- Kravið er, at Føroyar í minsta lagi bjóða fram 12 ítróttagreinir. Tær fyrstu 11 eru hampiliga lættar: badminton, bogaskjóting, borðtennis, fimleikur, flogbóltur, fótbóltur, frælsur ítróttur, judo, skjóting, súkkling og svimjing.

- Tann tólvta er meiri trupul. Til golf krevst ein golfvøllur. Til tennis krevst ein tennishøll við 5-6 vallum. Tað er sera ivasamt, um tað kann svimjast í Føroyum í samband við triathlon, eftirsum sjógvur og vøtn eru so køld. Kurvabólt hava vit bert á motiónsstøði. Og bowls, squash og sigling hava vit als ikki í Føroyum.

- Havast skal í huga, at fyri at fyriskipa eini ítróttagrein á Oyggjaleikunum skalt tú hava eitt ítróttarenlegg, sum megnar luttakaratalið á Oyggjaleikunum, umframt dómarar og hjálparfólk í hvørjari ítróttagrein, sum vita hvat tey gera. Vanliga er treyt, at dómararnir eru vanir at døma á høgum støði. Hjálparfólkini eru vanliga sjálvboðin úr teimum feløgum, sum annars íðka ítróttagreinina í Føroyum.


Ber tað í prinsippinum til at hava Oyggjaleikir í Føroyum uttan golf?

- Tórshavnar Kommuna hevur greitt meldað út, at hon ynskir at byggja ein golfvøll. Og landsmyndugleikarnir hava stuðlað undir hesa ætlanina, tí hon røkkur so nógv longur enn bert til Oyggjaleikirnar. Hon fer m.a. at hava stóran týdning fyri heilsu- og frítíðarlív. Og ikki minst fyri ferðavinnuna, ið landið nú hevur sett á breddan og raðfestir høgt.

- Tað hevur sera stóran týdning fyri Oyggjaleikirnar, at teir leggja nakað sjónligt eftir seg í vertsoyggjunum. Vanliga hevur hetta verið okkurt nýtt ítróttaranlegg, t.d. breytin til frælsan ítrótt á Svangaskarði í 1989 ella 50 m svimjihylurin á Bermuda nú í summar. Hesin "arvurin" kann eisini vera, at onkur nýggj ítróttagrein verður íðkað í vertsoyggini eftir leikirnar. Tað eru søguliga nógvar av føroysku ítróttagreinunum, sum meiri ella minni hava havt oyggjaleikirnar sum sína høvuðsavbjóðing til bestu ítróttafólkini.

- Ítróttasambandið kann bert bjóða seg til at søkja um leikirnar, meðan aðrir myndugleikar mugu taka á seg at gera møgulig anlegg. Tí kann Ítróttasambandið ikki áleggja landinum ella einari kommunu at gera anlegg til nakra ítróttagrein, sum vit ikki hava í løtuni.

- Um golf ikki kann bjóðast út, má onkur onnur íløga gerast ístaðin. Og onkur má finnast, ið vil gjalda fyri hana. Íløgurnar til tennis og squash eru stórar, og eingin hevur bjóðað seg fram at gjørt tær. Sigling er sera kostnaðarmikil at fyriskipa, tí spildurnýggir bátar skulu keypast til endamálið. Bowls er bretsk ítróttagrein burturav. Kurvabóltur hevur ongantið staðið seg í kappingini við hondbólt og flogbólt í Føroyum, so her er einki bakland til ta ítróttagreinina.


Kann tað fáa ávirkan á samráðingar um Oyggjaleikirnar 2019, um Føroyar ikki hava golf við?

- Um golf ikki er við, og vit ikki hava nakað annað at seta í staðin, hava vit ov fáar ítróttagreinir, og so fáa vit ikki leikirnar.

- Umboð fyri føroysku almennu og ítróttarligu myndugleikarnar hava nýtt nýggja golfvøllin í sínum royndum at fáa leikirnar til Føroyar aftur. Golf er ein av teimum ítróttagreinunum, sum nærum allar oyggjarnar luttaka í. Eitt stórt lobbyarbeiði er gjørt seinastu árini fyri at koma í hesa støðuna, at Føroyar í løtuni eru einasta boðið uppá leikirnar í 2019. Tí fer tað at virka, sum at Føroyar, tá samanumkemur, ikki halda tað, sum man hevur sagt seg vilja gera yvir fyri hinum oyggjunum.