Tað hevur verið bakandi sól í Nólsoy meginpartin av degnum, og tað gjørdu nólsoyingar sær dælt av.
Tað kann vera so dárandi vakurt í Nólsoy eitt gott summarkvøld, sum Hilmar Joensen so vakurt sigur í sanginum, Tí eitt summarkvøld í Nólsoy.
Dagurin í dag hevur roynst serstakliga góður, og hesar tríggjar kvinnurnar nutu góða veðrið Undir Botnagarði.
Hetta er gamalt stað, har menninir »orðnaðu verðinsparagraffirnar« á sinni, men ikki so nógv nýtt longur, nú sjónvarpið setir dagsskránna.
Eitt annað stað er í bygdini, Undir Mikkjalsveggi, har menn eisini plagdu at hittast til eitt prát á morgni, miðum degi ella á kvøldi.
Hesar fittu kvinnurnar umboðaðu ungdóm, miðaldrandi og eldri, men tær nutu allar tríggjar hendan góða dagin í Nólsoy.