Tað vóru bara tíggju minuttir farnir av seinna hálvleiki, tá ið Róaldur Jakobsen varð útskiftur í landsdystinum ímóti Finnlandi í gjár. Róaldur hevði ikki vant eins nógv sum liðfelagarnir í síðstu viku vegna trupulleikar við lyskuni, og tað var eisini tað, sum gjørdi, at hann mátti skiftast út.
- Eg føldi lyskuna alla tíð, men eg helt meg heitan á súkkluni í hálvleikinum. Tá ið seinni hálvleikur byrjaði vóru tað øgiliga nógvar renningar og nærmast indianarafótbóltur. Tá kom tað bara meir og meir. Eg helt, at eg mátti velja ta tryggu loysnina og siga frá, greiddi Róaldur frá eftir dystin.
Hetta var fyrstu ferð, at 23 ára gamli miðvallarin úr B36 var úttikin til A-landsliðið, og tað tók honum ikki leingi at spæla seg ímillum teir fyrstu 11. Hann byrjaði nevniliga inni í fyrsta møguliga dystinum. Hann er tó ikki nøgdur við persónliga avrikið á Tórsvølli í gjár.
- Eg spældi ikki væl við bóltinum. Defensivt var tað í lagi, men um man skal klára seg á hesum støðinum, so má man vera betri við bóltinum. Nei, hatta var ikki gott, segði Róaldur eftir dystin.
Hann helt annars, at Finnland var betra liðið og dugdi væl at fáa føroyingarnar at renna aftaná.
- Teir vistu væl, at vit fóru at liggja har afturi og verja, og teir spældu eisini bæði skjótt og væl. Og tað er vøllurin góður til. Tá ið vit so ikki fáa fatur á bóltinum, so verður tað ræðuliga tungt at renna aftaná. Vit máttu eisini hava bóltin fyri at fáa teir at renna, men tað klára vit bara slett ikki, segði Róaldur.