Tí at hugmyndin er meira enn gerðin

Brennandi spurningurin er um tað í roynd og veru er so synd í menniskjunum sum tey sjálvi halda og um tey ikki grenja nakað nógv, skrivar Kinna Poulsen m.a. í ummæli av Dreymaleiki.

foto: gwenaël akira helmsdal carré (listaportal.co,)

Dreymaleikur er ein ómetaliga fjølbroyttur leikur, sum skiftir stíl millum symbolismu og surrealismu við brigdum av lagnutungari naturalismu. Tað er undirhaldandi við dansi og tónleiki og imponerandi - eisini hvussu nógv fæst burturúr teirri einføldu scenografiini við sannførandi koreografi, ljósi, ljóði og tónleiki ikki minst.

 

Soleiðis skrivar Kinna Poulsen m.a. á listaportal.com, í ummæli av Dreymaleiki.

 

Á gólvinum í Sjónleikarhúsinum gongur ein maður og melur við einum glúpi, ið at síggja til er hansara dýrasta ogn og tað er kanska ikki so løgið. Í øllum førum tykist hesin góði, grøni glúpur veita honum kós og endamál í einum lutfalsliga kaotiskum umhvørvi. Jú, mangt er løgið í Dreymaleiki og tá verður ikki hugsað um ta annars sjáldsama luftigu byrjanina á sjónleikinum, tá tann unga Agnes, dóttir gudin Indra kemur sveimandi niður á jørðina at vita hvussu menniskjuni á bláu gongustjørnini liva teirra lív.

 

Tað er Teatur Grugg, sum saman við Havnar Sjónleikarfelag framførir Dreymaleik eftir August Strindberg í týðing hjá Hanusi Kamban, sum forlagið Náttsól gevur út. Hetta er fyrstu ferð, Dreymaleikur verður framførdur í Føroyum. Leikurin er í skapi óregluligur eins og ein ørkymlandi dreymur, ið bjóðar galdandi reglum av og støðugt myndar nýggjar samanhangir. Men undranin miðsavnar seg serliga um menniskjuni og okkara stríð við at liva upp til allar møguligar og ómøguligar skipanir, sum vit sjálvi seta á stovn og sum knýta okkum føst í ævig mynstur av meiningsleysum endurtøkum. Tað er ein fullkomiliga óskiljandi  Sjálvt um okkurt er absurd og annað heilt abstrakt, kennir áskoðarin seg lættliga aftur bæði í leitanini eftir meining og frágreiðingum, sum kunnu geva tilveruni eitt endamál, men vit kenna eisini typurnar aftur, bæði frísk og sjúk, droymarar og dekanar, skrivar Kinna Poulsen.

 

Alt ummælið kann lesast her: Tí at hugmyndin er meira enn gerðin — Listaportal

 

foto: gwenaël akira helmsdal carré (listaportal.co,)