THW Kiel hevur tryggjað sær pláss í EHF European League

Elias Ellefsen og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu á heimavølli

 

Í týsku bundesliguni í hondbólti er tað skipað soleiðis, at liðini sum enda fremst og næstfremst sleppa at royna seg í Champions League, meðan liðini á endastøðunum millum trý og fimm sleppa at royna seg í EHF European League.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel tryggjaðu sær í dag í minsta lagi luttøku í EHF European League.

 

Kiel vann á heimavølli í Wonderino høllini í Kiel 32-27 á Göppingen. Í steðginum var Kiel á odda 17-13.

 

Kiel er nummar fýra við 44 stigum, og teir kunnu í ringasta føri enda á einum fimta plássi. Melsungen hevur 41 stig á fimta plássinum, og hevur spælt ein dyst fleiri enn Kiel.

 

Elias skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál í sigrinum á Göppingen.

 

Komandi sunnudag spælir Kiel á útivølli móti Gummersbach.

 

Kappingin í bundesliguni endar sunnudagin 2. juni. Vikuskiftið eftir tað skal Kiel royna seg í Final Four í Champions League í Köln, har Barcelona verður mótstøðuliðið í hálvfinaluni.

 

Støðan í bundesliguni:

 

##med2##

 

Kelda: Soccerstand.com