Løgtingið samtykti seinnapartin í gjár, at fíggjarmálaráðið kann brúka 900.000 krónur til eina nýggja úthurð, so minni gjóstur verður i glashúsinum á Argjum. Tað skrivar Sosialurin.
Meðan allar kreftir verða lagdar í at spara allastaðni í samfelagnum, hevur Føroya løgting nú samtykt, at fíggjarmálaráðið kann brúka 900.000 krónur til eina nýggja úthurð.
Á tingfundi seinnapartin í gjár samtyktu samgonguflokkarnir, at fíggjarmálaráðið fær nýggja úthurð.
Neyðugt er við nýggjari úthurð, tí á ávísum ættum er so nógvur gjóstur gjøgnum alt ráðið, at tað er ikki inniverandi.
Tí vilja tey nú hava eina karruselhurð í fíggjarmálaráðnum, so tað ongantíð er opið heilt inn.
Men altso - ein úthurð fyri 900.000 krónur, samstundis sum leitað verður við lykt eftir, hvar sparast kann í almennum útreiðslum.