Thorvald: Vit spældu væl ímóti Saaremaa

OYGGJALEIKIR: Thorvald Danielsen ergrar seg um, at føroyska liðið ikki fann hetta spælið fram ímóti Álandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Thorvald Danielsen, landsliðsspælara og hevara á tí føroyska flogbóltslandsliðnum aftaná 0-3 tapið ímóti Saaremaa aftaná trý jøvn sett. Saaremaa vann 25-23, 25-21 og 27-25 í settunum.

 

Thorvald Danielsen iðrar seg um, at føroyingar ikki vunnu fyrsta og triðja sett, tá føroyska liðið hevði settbóltar. Kortini er hann glaður fyri tað góða spælið, sum tað føroyska liðið vísti ímóti Saaremaa.

 

Thorvald Danielsen hevur verið við til at tapa nakrar dystir ímóti Saaremaa, og hann heldur, at dysturin í kvøld er tað nærmasta føroyingar hava verið at koppa sterka liðnum úr Saaremaa.