Thorvald: Týðandi at fáa øll trý stigini

(Rás2) Royndi spælarin er fegin um, at Mjølnir tók ein fýrasettara og trý stig heim ímóti Fleyr a í dag

Fyrr í dag vann Mjølnir 3-1 á Fleyr a í Gundadalshøllini í Havn í bólki 1 í steypakappingini hjá monnum.

 

 

Settmunurin var 25-20, 14-25, 15-25 og 23-25.

 

 

Í sama bólki vann SÍb ígjár ein góðan 3-1 sigur á TB suðuri í Trongisvági. Settmunurin var 25-19, 12-25, 23-25 og 18-25.

 

 

Komandi hóskvøld klokkan 21 spælir SÍb ímóti Fleyr a í Havn. Sunnudagin 10. desember tekur TB ímóti Fleyr a í Trongisvági.

 

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við roynda spælaran hjá Mjølnir, Thorvald Danielsen, sum hevur spælt á høgum støði í Danmark í nøkur ár.

 

 

Thorvald Danielsen er sera fegin um, at fjórða settið sum Mjølnir vann tepurt 25-23 koppaði til teirra, tí við einum fimmsettara fær ein í mesta lagið tvey stig. Tí er Thorvald sera fegin um at kunna taka trý stig við sær til Klaksvíkar.

 

 

Thorvald ásannar, at Mjølnir byrjaði illa í fyrsta setti, og byrjaði illa ta fyrstu løtuna í fjórða settið, men hann er fegin um, at hann og liðfelagarnir stríddu seg uppaftur.

 

 

Hann viðgongur, at í vinnaraviljanum kemur snarsinnið fyri, men tað er í tráanini eftir at spæla væl og vinna dystir, slær Thorvald Danielsen fast.