Thorvald: Sigurin bjargar jólaveitsluni hjá Mjølnir

(Rás2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Thorvald Danielsen hjá Mjølnir aftaná 3-2 heimasigurin ímóti Fleyr

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Thorvald Danielsen hjá Mjølnir aftaná minniliga 3-2 heimasigurin hjá Mjølnir ímóti Fleyr í meistaradeildini hjá monnum.

 

Mjølnir vann tvey tey fyrstu settini rættiliga lætt 25-14 og 25-19, men so kom Fleyr í gongd og vann triðja settið 25-22. So kom fjórða settið, sum gjørdist sera minniligt. Fleyr vann 32-30. Fimta og avgerandi settið, javnbrótarin var eisini eitt minniligt sett, sum Mjølnir vann 24-22. 

 

Mjølnir hevur jólaveitslu í kvøld, og Thorvald Danielsen dylur ikki fyri, at 3-2 sigurin á Fleyr ger tað munandi stuttligari at fara á jólaveitslu í kvøld.

 

Thorvald Danielsen heldur, at tað er langt síðani, at hann hevur spælt ein so drúgvan og spennandi dyst. Hann er tó ikki nøgdur við, at Mjølnir fall í støði aftaná tvey tey fyrstu settini.

 

Fleyr og Mjølnir møttast í steypakappingini um átta dagar, og Thorvald Danielsen vónar, at Mjølnir kann vinna ein lættari og minni strævnan dyst tá.