- Eg eri øgiliga vónbrotin. Vit byrja væl og eg føldi, at vit vóru sálarliga omaná, og at teir ikki spældu eins væl, sum teir hava gjørt áður ímóti okkum. Vit tóku ikki av møguleikunum og teir vinna ov nógvar bóltar á rað. Tá gerst tað tungt at renna aftaná, sigur Thorvald, sum fegnast um, at teir fingu steðgað nøkrum spælarum á ein hátt teir ikki hava gjørt tað áður, men hevur tó framvegis partar av spælinum at vísa á, sum ikki riggaðu nóg væl.
- Álopsmiðja okkara hevur verið styrkin hjá okkum, men har megnaðu teir at blokka væl. Sjálvur fái eg tað ikki at sita so væl í móttøkuni og vit fáa ikki sligið ígjøgnum á kantinum. Teir fáa ov nógvar lættar bóltar frá okkum, sigur Thorvald Danielsen.