Hann er vanur við at fylla út lepar. Thordur Thorsteinsson hevur nú í eina tíð virkað sum parkeringsvørður í Havn, og tí er ikki frítt, at fólk kennast við mannin. Tað eru tó ikki bara eyðkendu bláu leparnir, sum av og á verða hongdir á forrútin, sum Thordur er vanur at fylla út.
Hvønn morgun hevur hann eina Suduko-gátu at loysa aftur við morgunmatinum, og er hendan ikki loyst, áðrenn arbeiðsdagurin byrjar, er okkurt ítrivið eftir til kvøldarnar eisini.
Og nú kann Thordur so eisini staðfesta, at talan kann verða um lønandi ítriv. Millum mongu seðlarnar, sum vórðu drignir fyri innsendu Suduko-loysnirnar í august mánaði, var navnið hjá Thordi drigið úr poasanum. Og fyri hetta fær hann eitt vikuskifti fyri tvey á Hotel Føroyum, umframt at bowling eisini kann setast á skránna hetta kvøldið.
Og so heldur Suduko-kappingin her í blaðnum annars fram. Vinningurin í september mánaði veðrur sostatt ein fartelda, og er tað Formula.fo, sum letur hesa.