Oslo: Jógvan
Hugo Gardar
.
Thorbjørn Jagland letur nú uppí hendurnar á Jens Stoltenberg at føra flokkin víðari í Stórtinginum. Tað var seinnapartin hósdagin ikki klárt, um Jens Stoltenberg tekur yvir, men tað er lítil ivi um, at so verður. Jens Stoltenberg er sera vælumtóktur millum norskar veljarar.
Thorbjørn Jagland segði á einum tíðindafundi í gjár, at hann framvegis ynskir at halda fram sum floksformaður, og at hann fegin heldur fram í hesum sessinum aftan á landsfundin í november í ár.
Jens Stoltenberg gertst formaður fyri tingbólkin hjá norska Javnaðarflokkinum áí Stórtinginum og er eisini floksins boð uppá ein komandi stjórnarleiðara frá Arbeiderpartiet.
Nær Javnaðarflokkurin aftur kann gerast stjórnarflokkur er í løtuni óvist, men fleiri mál eru á veg, sum kunnu fella stjórnina.
Fyrsta stóra málið er sokallaði nýggi teldubýurin á Fornebu, har ein meiriluti í Stórtinginum er ímóti loysnini hjá stjórnini. Hetta málið verður viðgjørt í løtuni, og avgerðin fellur í mars.










