Sunnumorgunin fór seinasti nýbygningurin av Skála Skipasmiðju til Danmarkar Fyrra skipið, sum Skála Skipasmiðja byggir fyri partafelagið Thor í Hósvík, fór til Danmarkar sunnumorgunin.
Skipið skal til Assens, har tað skal sandblásast og málast.
Skpið er ikki heilt liðugt enn, og seinni í mánaðinum fara handverkarar av skipasmiðjuni til at leggja seianstu hond á verkið, meðan skipið enn liggur í Assens.
Seinni skrokkurin stendur í byggihøllini á Skála og er skjótt klárur at fara á sjógv.
Kelda: Dimmalætting











