Thor Modi verður liðugur í mai

Verkætlanarleiðarin hjá Thor í Turkalandi, Poul Nolsøe Laksafoss, fer at vera í Turkalandi triðja og seinasta árið eisini at fylgja við hinum trimum skipunum, sum eru í gerð.

 

Nýggjasta skipið í Thor-flotanum, Thor Magni, fer hesa fyrstu tíðina at arbeiða út frá Bergen, men seinni gongur leiðin møguliga til Kanada. 

 

Umborð eru fimm føroyingar, tríggir filipinar og ein bulgari. 

 

Heimasíðan hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag veit at siga, at verkætlanarleiðarin hjá Thor í Turkalandi, Poul Nolsøe Laksafoss, fer at vera í Turkalandi hetta triðja og seinasta árið eisini.

 

Poul fer nevniliga at fylgja við hinum trimum skipunum, sum Thor hevur í gerð.

 

- Tað næsta skipið við navninum Thor Modi verður liðugt í mai 2015, veit heimasíðan hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag at siga í dag.