Thor Magni, sum er eitt av nýggju skipunum hjá Thor, kemur á Havnina klokkan 07 mikumorgunin. Skipið er ávegis til Kanada, har tað skal arbeiða komandi mánaðirnar, og kemur til Føroyar at gera nøkur smá arbeiði og at taka útgerð.
Frá klokkan 15 til 17 verður høvi hjá almenninginum at vitja umborð.
Klokkan 17 siglir skipið ein túr norður í Sundalagið, har innboðin eru bjóðað við.
Seinri um kvøldið, verður farið víðari til Kanada.
Thor Magni er fyrsta av nýggju seismikkskipunum, sum P/F Thor letur byggja í Turkalandi. Avtala er gjørdu um at byggja átta skip og í fyrstu atløgu eru fýra sett í gerð. Thor Magni varð handað eigarunum í februar, meðan næsta skipið, Thor Modi, varð handað í mai.