Thor fiskaði ólógliga á Føroya Banka

Vaktar-og bjargingarskipið, Brimil, kom týsdagin fram á garnareiðskapin hjá hósvíksbátinum, Thor, á Føroya Banka

Ólóglig veiða

Týsdagin kom vaktarskipið, Brimil, fram á reiðskapin hjá garnaskipinum, Thor úr Hósvík, sum stóð í syðra kanti á Føroya Banka.
Á hesi leiðini er ikki loyvt at royna við gørnum.
Á Vaktar-og Bjargingartænastuni siga teir, at talan var um tilsamans 6 svartkalvatrossar.


Einki skip

- Einki skip var hjá reiðskapinum, tá ið Brimil kom fram á hann, so vit settu okkum í samband við reiðaríið og skipið, og bóðu teir koma á staðið. Vit bíðaðu hjá reiðskapinum, og tá ið Thor kom, settu vit fólk umborð, meðan gørnini vórðu
drigin.
Liðugt var at draga hósmorgunin, og síðan settu skipini kós móti landi.
Á Vaktar-og Bjargingartænastuni væntaðu tey gjármorgunin, at Brimil og Thor komu á Havnina hóskvøldið.
Málið verður síðan latið ákæruvaldinum, sum fer at reisa ákæru um ólógliga fiskiveiði.