Reiðaríið Thor í Hósvík hevur keypt eitt nýtt skip. Felagið hevur keypt grønlendska rækjutrolaran, Sermalik II, ið áður hevur havt heimstað í Nuuk. Skipið, sum fyribils fer at hava sama navn, er nú skrásett í Hósvík.
- Men skipið fer at fáa nýtt navn. Tað sigur Hans Andrias Joensen, reiðari, við heimasíðuna skipini.fo
Hann sigur eisini, at Sermalik II nú verður riggaður til at fara til Grønlands, har skipið skal gera ymsikt kanningararbeiði.
Sermalik II kemur í flotan uppá loyvið frá Kappanum, sum áður var heimahoyrandi á Oyri og hoyrdi til sama felag sum Norðheim, ið Thor eisini eigur.
- Thor í Hósvík eigur nú 22 skip og er Føroya størsta reiðarí, skriva skipini.fo, sum eisini eiga myndina, vit prenta saman við hesum greinastubba.










