Thomas Lenvig 90 ár

Í morgin, leygardagin 2. november, verður Thomas Lenvig í Klaksvík 90 ár. Hann var í síni tíð lærari og blaðstjóri, og hann hevur fingist nógv við at leggja til rættis og skriva bøkur og rit.
Tummas er ættaður úr Hesti. Foreldrini vóru Súsanna Malena, fødd Joensen, og ættað úr Nólsoy og Hans Frederik Lenvig fiskimaður í Hesti.
Eftir at hann í 1940 hevði tikið preliminerprógv í Havn, arbeiddi Thomas fyrstu krígsárini í Íslandi. Í 1946 tók hann prógv á Føroya Læraraskúla, og næstu árini var hann vikarur í Bø og Gásadali og í Klaksvík. Eftir at hava verið lærari í Leynum í eitt ár varð hann í 1950 settur í starv í Norðdepli. Seks ár seinni flutti hann til Klaksvíkar, har hann var lærari fram til 1987, tá ið hann legði lærarastarvið frá sær.
Umframt lærarastarvið í fólkaskúlanum røkti Thomas aðrar avbjóðingar og uppgávur. Í tíggju ár var hann lærari í handisskúlanum í Klaksvík, hann greiddi fleiri minningarrit hjá Norðoya Sparikassa til prentingar, og hann legði í 1972 til rættis útgávu av savni Símun M. Zachariasens - Ein yrkjari á útoyggj.
Thomas er sjálvstýrismaður, og í fýra ára skeiðnum 1963-1967, tá ið sjálvstýrisflokkurin var partur av sjálvstýrissamgonguni, var hann blaðstjóri á Tingakrossi.
Thomas var giftur við Maluni Zachariasen, dóttur Kathrinu Mariu og Símun Petur Zachariasen, sum var tingmaður fyri sjálvstýrisflokkin, fyrsti blaðstjóri á Norðlýsinum, ein av stovnarunum av Norðoya Sparikassa, umframt at hann røkti lærarastarv í Klaksvík.
Kathrina Maria og Símun Petur bygdu uttanfyri vevskúlan og omanfyri Oyravegin. Malan og Thomas bygdu omanfyri hjá teimum gomlu, og har býr Thomas framvegis. Nú eru tað longu nógv ár síðani, hann misti konuna. Tey bæði fingu tvær døtur – Súsanna og Mildrid. Tað var dyggur smeitur hjá Thomasi, tá ið hann misti yngru dóttrina.
Merkisvert við Thomasi er tað, at hann, eftir at hava biðið lærarayrkinum farvæl, fór at útbúgva seg meiri, og at hann seinastu árini hevur givið fleiri bøkur út. 1977-1978 var hann á ársskeiði á Føroyamálsdeildini, seinni tók hann exam.art. í norðurlendskum máli og bókmentum, og í 1991 tók hann cand.phil prógv. Síðani hevur hann útgivið Fyrsta føroyska skaldsøgan, Frælsmannamál, Framtakssemi í andgletti, Tá ið føroyskt málstrev byrjaði og Viljans verk æt fólksins frami.
Hóast høga aldurin er Thomas virkin, og saman við súkkluni er hann framvegis partur av býarmyndini.
-----
J