Heini Fossdalsá, Daniel Johansen og liðfelagarnir í Thisted tóku í dag móti greiða oddaliðnum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, Esbjerg á heimavølli.
Esbjerg vann stórsigur 5-2. Longu í steðginum var Esbjerg á odda 3-0. Lucas V. Agesen minkaði um muni til 1-4 tá 71 minuttir vóru leiktir, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat minkaði Emil Lagergaard til 2-5, so Thisted av øllum illum fekk javnleik 2-2 í seinna hálvleiki.
Heini og Daniel spældu allan dystin fyri Thisted.
Hørður H. Askham slapp ikki á vølli tá lið hansara, AB á heimavølli spældi javnleik 1-1 móti Aarhus Fremad.
AB er nummar seks í deildini við 23 stigum. Thisted er nummar 10 og triðaftast í deildini við 15 stigum.
Kappingarskráin í triðbestu donsku fótbóltsdeildini tekur ikki atlit til, at Heini skal við føroyska U21-landsliðnum til Portugals, og Daniel og Hørður skulu við føroyska A-landsliðnum til Marbella at spæla dyst móti Liktinstein.
Komandi leygardag spælir Thisted dyst á útivølli móti FA 2000. Sama dag spælir AB á útivølli móti Skive. Tað verður so uttan føroyska luttøku.