This is brilliant!

Tað søgdu Douglas Anderson og Jessie Salter við ein munn, tá tey vórðu spurd, hvat tey hildu um nýggju leiðina úr Hetlandi. Douglas og Jessie eru par, og komu umborð á flogfarið í London.  Vit fara ein túr til Hetlands at vitja foreldur míni, greiddi Douglas Anderson frá, sum dagliga arbeiðir sum timburmaður

- Í fjør brúkti vit tveir dagar um at koma úr Onglandi til Hetland, tí flogfar og ferja passaðu so illa saman. Nú tekur tað ein góðan tíma at koma fram, og tað er fantastiskt., greiðir Jessie Salter frá.
Tey bæði síggja eisini aðrar møguleikar í leiðini, enn bara at vitja foreldrini í Hetlandi.  Eg havi altíð havt hug at vitja í Føroyum, og nú rutan er her, kunnu vit bara fara avstað, tá tað passar okkum, sigur Douglas Anderson, sum roknar við, at hann kemur at vitja her í Føroyum í næsta ár.
RWD