“Things Can Only Get Better”

Heitið á hesum sangurin frá 1994, hjá írska bólkinum D-Ream, gjørdist eyðkennissangur undir valstríðnum uppundir bretska parlamentsvalið í 1997, og var ein roynd at vísa á tørvin á politiskum broytinum í Bretlandi tá.

Men heitið á hesum sanginum er júst líka aktuelt her í Føroyum í dag, eftir 18 ára polariseringsstríð í føroyskum politikki, millum Tjóðveldi og Sambandsflokkin. Eitt stríð sum hevur køvt og tikið burtur allan politiskan áhuga fyri at fokuserað uppá tørvin hjá vanligu borgarunum og vinnulívinum her á landi.
Tí hava vit nú eitt amputerað heilsuverk, eitt uppstøðga lógarverk á almannaøkinum, heimsins hægsta skatta- og avgjaldstrýst á vinnu og borgarar, og eitt løgting sum fólk ikki hava áhuga í longur.
Tíðin er komin, har tørvurin hjá vanligum føroyingum og vinnulívi skal raðfestast framum polariseringsstríð.

Tí bjóði eg meg fram sum løgtingslim, fyri har at verða við til at stilla kumpassina av nýggjum og ”venda skútuni”, tí
“Things Can Only Get Better”