Thierry Henry torir ikki til Føroya

Men tað er ikki landsliðið, hann ræðist. Tað er flogvøllin!

Fleiri hava undrast á, at ein spillfrískur Thierry Henry ikki kemur við franska landsliðnum til Føroya. ? Men tað er ikki so løgið. Seinast hann var her og spældi, var túrurin ræðuligur. Ikki bara fyri Henry, men eisini fyri umdømið Føroya. ? At endurgeva seg sjálvan virkar ofta býttisligt, men eg fari at loyva mær at endurprenta ein stubba, eg hevði í bløðunum beint eftir tann dystin. Tað var tann 22. oktober 2007 undir yvirskriftini:

»Thierry Henry kemur so ikki aftur til Føroya...«: ?»Eurosport sendi um vikuskifti eina sending um EM-undankappingina.?Myndirnar av dystinum móti Fraklandi vóru vístar og kommenteraðar. ?Tað er tað, tað er. Í ítrótti gongur upp og niður. ?Men so var ein mynd av Thierry Henry við ein sjónvarpsskíggja. Sjónvarpsstøðin vildi vísa honum, hvussu tað sá út, tá franska landsliðið lendi á Vágum. Tá hann sær tær ræðandi myndirnar av flogfarinum, ið setir seg sum ein veingjaskerdur fuglur, tekur hann hendurnar upp fyri andlitið. “Og so var tað einans fyri ein fótbóltsdyst”, sigur hann – skelkaður av, at teir skuldu hava váðað so nógv. ?Kanska var ikki vandi á ferð í veruleikanum. ?Men at fáa fronsku stjørnurnar og ein hala av tíðindafólki til Føroya, kundi verið gott fyri ferðavinnuna. Men boðskapurin, sum milliónir av Eurosport-hyggjarum fingu frá sjálvum Thierry Henry um vikuskiftið var, at tað er skít etandi farligt at fara til Føroya! ?Stórir tónleikabólkar mugu bíða í dagar. Bill Clinton slapp akkurát niður. Franskir landsliðsleikarar halda seg hava verið í lívsvanda. Og hetta eru bara nøkur heilt sjónlig dømi. Eingin veit, hvussu nógv tað kostar okkum í mistum inntøkum, at flogvallarviðurskiftini eru, sum tey eru. ?Men vit vita, at hetta er okkum dýrt. Bæði so og so. Tað átti ikki at verið so ringt at samst um, hvør okkara næsta, stóra samferðsluíløga skal vera!« ??Eingin vilji ?Síðani er ein samtykt gjørd á tingi um at kanna, hvar ein nýggjur flogvøllur liggur best. ?Men tað eru bara pengarnir, sum vísa veruliga politiska viljan. Og hann er ikki til staðar. Í staðin er nú ætlanin at gera aðrar, stórar íløgur í samferðslu. Íløgur, sum tilsamans kosta nærum tað sama sum ein flogvøllur...