Fyrrverandi stórspælarin, Thierry Henry, sum seinnu árini hevur roynt seg sum fótbóltsviðmrkjara, er koyrdur sum venjari hjá Monaco eftir bara 104 dagar.
Thierry Henry, sum spældi við Monaco frá 1992 til 1999, bleiv settur at venda ringu gongdini í barndómsfelagnum seint í fjør. Tað hevur ikki gingið so væl, sum ætlað. Liðið hevur bara vunnið fjórða hvønn dyst og leggur framvegis í niðurflytingarvanda.
Í gjár boðaði Monaco frá, at Thierry Henry fyrbils er settur til síðis, eftir at hann sendi ein part av hópinum at venja við næstbesta liðnum, tí hann metti at teir bara hugsaðu um seg sjávar og ikki felagið. Franskir miðlar skriva, at Leonardo Jardim verður settur aftur. Tað var annars maðurin, sum Thierry Henry avloysti fyri 104 døgum síðani.
Nógv hevur verið gjørt burturúr, at Thierry Henry seinnu árini hevur verið viðmerkjari hjá Sky Sports. Ein av kollegunum hjá honum, Gary Neville, hevði ein líknandi uppliving í spanska Valencia fyri nøkrum árum síðani. Víst verður á, at tað er also ikki eins lætt at verða venjari, sum at sita í eini sjónvarpsstovu og siga sína meining.










