Thiago er komin til Føroya

Thiago Borges Pinto er annar leikarin við superligu-royndum, sum skal spæla við 07 Vestur komandi tvey árini.

Thiago Borges Pinto er lendur vesturi í Vágum í dag, og er klárur at fara í holt við fyrireikingarnar til kappingarárið 2016, sum 07 Vestur-spælari.

 

Heimasíðan hjá 07 Vestur skrivar: - 28-ára gamli brasiliumaðurin flytir úr Íslandi, men hevur annars spælt í Esbjerg, FC Vestsjællandi og Trelleborg í Svøríki. Saman við unnustuni kemur hann at búgva í Sørvági.Hópurin hjá 07 Vestur hevur nú vant í knappar tríggjar mánaðar, og í morgin verður so endiliga farið uttandura at venja. Fyrstu vikurnar verður vant í Sandavági, meðan ljósini kring vøllin í Sørvági verða skift.

 

Á myndini sæst Thiago Borges Pinto saman við Jóhan á Mýrini, nevndarlimi í 07 Vestur.