Tað gjørdist heilsufrøðiliga kanningarstovan, Thetis við Maritu Debess Magnussen og Regin W. Dalsgaard, sum í ár vann virðislønina sum Ársins íverkseti.
Tað var fyri einari løtu síðani, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, kunngjørdi, at dómsnevndin hevði gjørt av, at Thetis var ársins íverkseti.
Dagurin í dag er ársins íverksetaradagur, og dagurin varð, sum so mangt annað, hildin á netinum.
– Ársins Íverkseti hevur loftað einum eftirspurningi frá framleiðsluvinnuni um at veita kanningar í samband við matvøruframleiðsluna í Føroyum. Felagið hevur gjøgnum nøkur ár hevur bygt seg upp til at vera ein kanningarstova á høgum støði. Fyritøkan hevur millum annað fingið altjóða góðkenningar, sum prógv uppá at kanningarnar eru á einum altjóða góðkendum støði, segði Bárður á Steig Nielsen millum annað um Thetis.
– Fyritøkan hevur uppbygt nógva vitan gjøgnum nógv ár, og hevur alsamt verið klárt til at lofta nýggjum avbjóðingum, tá hesar hava víst seg. Feskasta dømið um hetta er teirra stóri leiklutur í korona kanningunum. Ágrýtni og áræði hevur verið teirra eyðkenni og hevur felagið víst stóran fleksibilitet, fyri at nøkta stóra tørvin, sum brúkarar og samfelagið hevur havt tørv á.
Roknskaparliga hevur gongdin hjá felagnum verið nakað skiftandi, men seinastu árini hevur felagið havt støðuga framgongd og hevði í 2019 eitt gott fíggjarligt úrslit.










