Bretski forsætisráðharrin Theresa May hevur seinastu tíðina verið undir trýsti frá sínum egnu, ið ikki taka undir við Brexit-leistinum hjá stjórnini. Harímillum eru fyrrverandi ráðharrarnir Boris Johnson og David Davis, ið løgdu frá sær, tí teir ikki kundu stuðla avtaluni, ið liggur í kortunum.
Men í samrøðu við BBC-sendingina Panorama ger hon nú greitt, at antin verður Brexit framt eftir hennara leisti ella verður tað slett ikki framt.
- Eg trúgvi vit fáa eina góða avtalu. Tað verður úrslitið av ES-samráðingunum og tað vit leggja fyri tingið. Eg meti, at alternativið er eingin avtala, sigur bretski forsætisráðharrin við BBC, tá hon verður spurd um politiska støðuna, har partar av hennara egna flokki eru í opnum stríði móti henni.
Fráboðanin kemur í kjalarvørrinum av, at mótstøðan móti Brexit tykist at vaksa millum bretskar veljarar. Í eini kanning hjá BBC svara 50 prosent av teimum spurdu, at tey vænta, at Brexit fær neiligar avleiðingar fyri Bretland, meðan 41 prosent vænta, at tað fær jaligar avleiðingar.
Tá tey vórðu spurd, um hvussu stjórnin hevði handfarið samráðingar, svaraðu 79 prosent, at tey mettu at stjórnin hevði gjørt eitt vánaligt arbeiði, meðan 63 prosent svaraðu, at tey hildu ES hevði gjørt eitt vánaligt arbeiði.
Eftir ætlan fer Bretland úr ES 29. mars næsta ár, men enn hevur tað ikki eydnast at fingið eina semju í lag millum ES og Bretland um hvussu tað letur seg gera.