Theresa May, forsætismálaráðharri í Bretlandi, hevur síni fyrilit viðvíkjandi Brexit. Tað avdúka lekar frá eini talu, ið Theresa May helt fyri bankanum Goldman Sachs tann 26. mai, tá hon var innlendismálaráðharri í stjórnini hjá David Cameron. Theresa May yvirtók embætið sum forsætismálaráðharri, tá David Cameron fór frá eftir hann tapti fólkaatkvøðuna um bretska ES limaskapin.
Theresa May tosaði ongantíð serliga hart um ES limaskapin tá valstríðið koyrdi, men tað var eingin loyna, at hon var ikki fyri at melda seg úr.
Nú er tó komið fram, at hon ber stóran ótta fyri, at serliga vinnulívið kann rakast hart og hon bar ótta fyri, at nógvar stórar fyritøkur fóru at flyta úr Bretlandi, skuldi fólkið velja at melda seg úr ES.
Almenni tónin hjá May er broyttur nakað síðan hon gjørdist forsætismálaráðharri. Hon hevur sagt, at ein úrtøka merkir úrtøka og arbeiðast skal framímóti at finna ein góðan leist at fara úr ES.
Hon segði eisini á árliga landsfundinum hjá konservativa flokkinum herfyri, at fokusið skuldi fyrst og fremst verða á, at tálma immigratiónini inn í landið, hóast hon fyrr hevur sagt, at fremsta málið eigur at verða felags marknaðurin. Hon hevur sagt, at Bretland eigur ikki at fara úr felags evropiska marknaðinum, men summir eygleiðarar meta, at hon nú tosar meira til tann vongin í flokki hennara, ið vil úr ES, fyri at sannføra tey um, at hon er tað rætta valið til forsætismálaráðharra.










