Theresa May hótti við at skriva út val

Atkvøddu floksfelagarnir ikki fyri brexit-ætlanunum hjá stjórnini, so fór val at verða skrivað út til bretska tjóðartingið í summar.

 

Hesi vóru boðini, Theresa May, forsætisráðfrúa í Bretlandi gav floksfeløgunum síðnum í Undirhúsinum í gjár.

 

Tað skrivar The Times.

 

Í gjár vann bretska stjórnin ein tepran sigur, tá eitt uppskot um at broyta ætlanina hjá stjórnini fyri handilspolitikkinum eftir at landið fór úr ES varð felt.

 

Tepri sigurin hjá stjórnini var 307 atkvøður, sum vóru ímóti,  og 301 atkvøður, sum vóru fyri.

 

/ritzau/