There´s a Ghost in my house….

Framførslan hjá The Ghost var ein hin mest áhugaverda á G! í ár við dansarum í tylskjúrtum, sterkt littum parasollum, konfetti og litríkum poncho’um. Eitt sirkuslíknandi scenarie, sum ikki bleiv minni fasinerandi og hugtakandi við fangandi løgunum og ótrúliga kompaktu og tó løttu ljóðmyndini hjá bólkinum.

Eg skal vera heilt erlig og viðganga, at eg ikki visti nakað sum helst um føroyska bólkin The Ghost, fyrr enn eg fekk æruna av at læra teir at kenna á G! í ár. Eg visti tó so mikið, at at teir klára seg ordiliga væl, og at teir eru sera vælúmtóktir í Føroyum. At hetta var tilfeldið, sást eisini á spæliplássinum, har nógv fólk høvdu forcerað veður og vind, fyri at koma oman at hoyra bólkin spæla.

Eg visti eisini, at bólkurin hevur fingið fløgusáttmála við enska felagið Sunday Best, at teir vóru eitt av best umtóktu nøvnunum á G! í fjør, og at teir avgjørt vóru verdir at lurta eftir, tí teir høvdu nakað heilt serligt at bjóða uppá. Eg var sjálvsagt rættuliga spent uppá at hoyra hesar báðar menninar, Urbanus og Filip, ið báðir eru fyrst í 20unum, framføra teirra tónleik, sum eg hevði fingið at vita var øðrvísi enn tað, vit vanliga hoyra á føroyska tónleikapallinum. Eg hevði frætt, at hesir menninir tora at bróta upp úr nýggjum og ganga aðrar leiðir, enn tey flestu.


Áhugaverdasta framførslan

Navnið sjálvt, The Ghost, kundi boðað frá onkrum, ið hoyrir til tað, ið vit vanliga ikki hava hug til at hitta eitt myrkt, váttligt kvøld, men myndin eg fekk, var heilt øðrvísi, tá eg sá teir framføra live.

Framførslan hjá bólkinum var ein hin mest áhugaverda á G! í ár við dansarum í tylskjúrtum, sterkt littum parasollum, konfetti og farvuríkum ponchoum. Eitt sirkuslíknandi scenarie, sum ikki bleiv minni fasinerandi og hugtakandi við fangandi løgunum og ótrúliga kompaktu og tó løttu ljóðmyndini hjá bólkinum, ið ravaði til sín frá høgru og vinstru av øllum teim effektum og ljóðum, teir kunnu fáa klørnar í.

Røturnar hjá bólkinum eru, sum teir eisini sjálvir siga á myspacesíðuni hjá sær, ein blandingur av vintage elektro-poppi og indie-rokki, við referancum til The Flaming Lips og The Strokes.


Serstak rødd

Tað sum tó fangaði meg mest við bólkinum má sigast at vera røddin hjá Filipi, ið er nakað av tí mest hugtakandi, eg leingi havi hoyrt. Um tónleikurin hjá Guðrið var droymandi og sveimandi, so var røddin hjá Filipi tað í denn grad.

Røddin hjá Filipi er tað, ið fyrst og fremst ger, at eg væl skilji, at teir eru so vælumtóktir bæði her heima og uttanlands. At eg skilti hví Rob da Bank eftir at hava hoyrt teir á Iceland Airwaves vildi hava teir í sinum fløgufelagið, Sunday Best. Eg vænti, at mann skal leita leingi eftir eini so mildari, og tó so insisterandi rødd. Tað er torført at avgera, um hon hoyrir til eina kvinnu ella ein mann, eins tað er galdandi fyri Angelu Gossow úr Arch, bara við øvugtum fortekni.

The Ghost vóru ein serstakliga áhugaverd og positiv uppliving fyri meg og hini, ið vóru og lurtaðu eftir teimum á G! Eg ivist heldur ikki í, at teir avgjørt kunnu klára seg flott við sínum stuttu og fangandi løgum og pussigu ljóðkollagum. Teir hava fatur í akkurát tí tónleikinum, ið er mest populerur beint nú, - eitt slag av androgynum elektropoppi, ið á ein ella annan hátt megnar at geva tær gásahúð, men tú veist ikki, um tað er tí, tú er bangin ella bara rørdur.

Eitt millumrúm millum dreym og veruleika, millum tey livandi og tey sum næstan eru livandi. Mest av øllum helt eg at framførslan var serliga spennandi orsaka av dansarunum, sceneshowinum og klæðunum hjá monnunum í bólkinum. Tilsaman gav hetta eina kenslu av at vera á einum serligum staði, har tað er loyvt at vera, sum mann hevur hug til, líkamikið veður og vind… og ja, eg giti, at tað má vera eitt deiligt stað at vera.