Theodor Petersen gestur á Rás2

Teddi verður gestur á Rás2 aftaná tíðindini, sum verða kl. 11 í morgin Nýggja fløgan hjá Theodor Petersen er á veg til landið við flogfari, og so skjótt flogferðslan er reglulig aftur, so verður møguligt at ogna sær nýggju fløguna. Í morgin verður møguligt hjá lurtarunum hjá Rás2 at hoyra sangir úr nýggju fløguni. Tónleikurin á fløguni er ein blandingur av country og gospel. Teddi kemur sjálvur annar saman við Jóanesi Ólavssyni - sum er stigtakari til fløguútgávuna - í útvarpsstovuna hjá Rás2 í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hetta verður í morgin aftaná tíðindini, sum verða kl. 11. Teddi hevur gittarin við, og sleppa lurtarnir eisini at hoyra onkran livesang.