31 ára gamli Theodor E. D. Olsen úr Hoyvík var í dag prestvígdur og innsettur sum prestur í Kvívíkar sókn
Hetta var eisini fystu ferð, at ein prestur er vígdur og innsettur í Kvívíkar kirkju. Fyri Theodor Olsen er tað eisini nakað serligt, at tað júst var í Kvívíkar kirkju, tí hann er hálvur kvívíkingur ? pápi hansara, Leivur Olsen, var ættaður úr Kvívík.
Theodor Olsen skal loysa Marjun Bæk av næstu tríggjar mánaðirnar, meðan hon er í farloyvi. Theodor flytir eisini inn í prestagarðin á Kirkjuteigi hesar mánaðirnar.
Theodor hevur lisið gudfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.










