Theodor Olsen fær ólavsøkuprædikuna í ár

Presturin í Kvívík er tann elsti av teimum ungu prestunum

Tað er nú greitt, at tað verður kvívíksprestur, Theodor Olsen, sum skal halda ólavsøkuprædikuna í ár.

Tað boðar Fólkakirkjan frá.


Tann, sum skal halda prædikuna á ólavsøku, er tann elsti av teimum ungu prestunum, ið ikki áður hevur prædikað á ólavsøku.

 

Ikki færri enn sjey ungir prestar eru á listanum, men elstur av teimum, hvat starvsaldri viðvíkur, er Kvívíksprestur.

 

Ólavsøkan er okkara tjóðarhátíð og har er skrúðgongan ein talandi siðvenja, skrivar fólkakirkjan á síni heimasíðu.

 

- Tað politiska og tað kirkjuliga hava tað til felags, at vit byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins.

 

- Talan er um tilvitað samstarv, har bæði tað politiska og kirkjuliga vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki.

 

 Føroya Løgting stjórnar samfelagnum og leggur við lóggávu lunnar undir virki kirkjunnar í lóg og reglugerð, meðan prestarnir og leikfólkið taka sær av innaru virðum kirkjunnar, t.e. boðan av gleðiboðskapinum, sálarrøkt og kristnum mentanar virðum.

 

- Ólavsøkudag hugsar Fólkakirkjan breitt og er rúmsátt. Tann samlaða kristna fjøldin eins og alt fólkið í Føroyum. Gudstænastan er almenn og ber brá av, at kirkjan ikki einans hýsir samsintum, men fólkinum øllum, sigur Fólkakirkjan.