Verkið hjá Roger Waters og Pink Floyd, ?The Wall? verður framført í Norðurlandahúsinum í næstum. Fyrireikingarnar ganga væl, og somuleiðis er við atgongumerkjasøluni. Tað siga fyrireikararnar í Norðurlandahúsinum við Planet. Rokkoperaðin hjá Roger Waters og Pink Floyd hevur verið mett sum eitt veruligt meistaraverk, og nú kemur íslendski rokkbólkurin Dúndurfréttir til Føroya at framføra The Wall saman við Føroya Synfoniorkestri og næmingum úr Kommunuskúlanum.
Fyrireikararnar frá Norðurlandahúsinum siga, at enn gongur alt sum ætla, men ikki hava teir ymsu tónleikararnir nógva tíð at og venja saman. Íslendski rokkbólkurin kemur til Føroya bert fimm dagar áðrenn fyrstu framførsluna, men íslendingarnir og føroyingarnir fáa ikki høvi at venja saman fyrr enn tveir dagar áðrenn framførsluna. Umboð fyri Norðurlandahúsið sigur, at eftir øllum at døma er teir tveir dagarnir nóg mikið til at geva føroyingum eina góða uppliving av rokkoperaðini. Um hetta ferð at eydnast kunnu tit sjálvi taka avgerð um, við at leita tykkum í Norðurlandahúsið 20. og 21. februar í ár.