The Wall ? Eykakonsert

 

Sølan av atgongumerkjum til The Wall konsertina í Norðurlandahúsinum 21. februar við íslendska rockbólkinum Dúndurfréttir og Føroya Symfoniorkestri hevur gingið so mikið væl, at avgjørt er at gera eina eyka konsert 20. februar.

 

Eftir bert trimum vikum eru so gott sum øll atgongumerkini til konsertina 21. februar seld, so stórur áhugi er fyri at hoyra henda rock-klassikaran í Føroyum. Sama konsert við Dúndurfréttir og íslendska symfoniorkestrinum varð framførd í Reykjavík í mai í ár og har vóru eisini tvær fullsettar konsertir í Laugardalshøllini, har pláss er fyri góðum 3500 fólkum til hvørja konsertina. Næmingar úr 7. og 8. flokki í Kommunuskúlanum fara eisini at verða við til konsertina, og tey skulu syngja sangin ?Another brick in the Wall?, ið flest øll kenna.

 

Konsertin er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Føroya Symfoniorkestur og Tórshavnar Kommunu í sambandi við 100 ára haldið sum fólkavald kommuna.

Við eykakonsertini fáa enn fleiri føroyingar høvið at hoyra hesa skjótt 30 ára gomlu rocktónarnar. Í tónleikablaðnum Rolling Stone er The Wall plátan kosin at vera nummar 87 á listanum yvir ?Rolling Stone?s 500 greatest albums of All time?.

Meira kunning og atgongumerki fáast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo