Phil Jagielka skoraði einasta málið í dystinum fyri Everton, tá teir vunnu dyst sín móti Reading í dag.
Sunderland, við kenda venjaranum Roy Keane vunnu í dag 2-0 í botndystinum móti Wigan, og nú byrjar at síggja væl út hjá kenda íranum. Málini skoraðu Dickson Etuhu og Daryl Murphy.
West Ham og Birmingham spældu javnt 1-1, og James McFadden skoraði fyrsta mál sítt síðan skiftið frá Everton í januar. Málið hjá »The Hammers« skoraði Frederik Ljungberg.
Derby taptu níggjunda dystin á rað á heimavølli, tá Tottenham vunnu 3-0. Málini hjá Spurs skoraðu Robbie Keane, Younes Kaboul og Dimitar Berbatov.
Middlesbrough vunnu eisini sín dyst í dag, tá teir høvdu vitjan av Fulham, og einsamalla málið í dystinum skoraði Jeremié Aliadiéré, longu í 11. minutti.
Í síðsta dystinum í dag vann so Portsmouth 1-0 móti Bolton, og málið í tí dystinum skoraði Lassana Diarra.
Dystirnar í morgin eru tveir í tali, og teir eru:
Manchester United-Manchester City, og Chelsea-Liverpool
Mánadagin spæla Arsenal móti Blackburn