Liverpool eru sinnaðir at selja Andy Carroll bara 18 mánaðir eftir at hann kom til felagið fyri yvir 300 milliónir krónur. Tað skrivar The Times í dag.
Tony Barrett, sum fyrr hevur arbeitt fyri Liverpool Echo og er mettur sum ein maður, ið hevur gott samband við Liverpool, er maðurin aftanfyri greinina. Tað hevur gingið misjavnt hjá 23-ára gamla framherjanum, sum skifti til Liverpool frá Newcastle í januar 2011.
Høvðusørsøkin til at Liverpool gjarna vil sleppa av við enska landsliðsleikaran er, at hann ikki passar inn í spæliskipanina, sum nýggi venjarin hjá Liverpool, Brendan Rodgers ætlar at innføra í Liverpool.
Umframt tað, so hevur Liverpool víst stóran áhuga fyri Fabio Borini, sum spælir við Roma. Italski framherjin hevur fyrr spælt fyri Brendan Rodgers í Swansea og í Chelsea, tá Brendan Rodgers var ein partur av venjaratoyminum í Chelsea. Fabio Borini er 21-ára gamla, hevur spælt á italska landsliðnum og verður mettur at kosta um 100 milliónir krónur.
Andy Carroll er settur í samband við AC Milan, men sambært Tony Barrett, so er Liverpool framherjin fyribils ikki settur á sølulistan hjá Liverpool. Tony Barrett vísur eisini til ein tíðindafund, har Brendan Rodgers helt fram við at tosa um at leikarar mugu passa til hansara spæliskipan.
Andy Carroll hevði eina sera torføra byrjan í Liverpool, men hevur við tíðini spælt seg upp og fekk millum annað EM boð frá enska landsliðnum.