Countrybólkurin The Reverends kemur til Føroya at spæla á fyrsta sinni síðan fløgan »When You´re Done« kom út.
Fríggjadagin 11. desembur verður bólkurin at hoyra í Tutl í miðbýnum í Havn. Um kvøldið verða konsert og dansur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og leygarkvøldið 12. desember verða konsert og dansur á Seglloftinum í Tvøroyri.
Tónleikurin hjá The Reverends er ein samansjóðan av country, bluegrass, folk, rokki og hvat teir nú annars finna uppá.
Limirnir í The Reverends eru allir føroyingar og búgva ávíkavist í Svøríki og Danmark. Teir hava ymiskar tónlistaligar bakgrundir og hava millum annað spælt í bólkum so sum Mold, MC Hár, Páll Finnur Páll, Mikkel Thomas Band og ikki minst Føroya Symfoniorkestri. Hetta blandið er allarhelst orsøkin til at tónleikurin hjá bólkinum hevur sín heilt egna dám.
Bólkurin hevur í seinastuni spælt á ymsum festivalum uttanlands, og nú er túrurin komin til Føroya.